Back to All Events

Lestrargongan 2018 - Samvinnan

Student organization: Samvinnan

Facebook event: https://www.facebook.com/events/267313134013307/

Event Description (in Icelandic): Aftur í ár verður Lestrargonga fyri føroyingar undir víðari lesnaði í Danmark. Eftir væleydnaða tiltakið seinastu tvey árini, hava føroysku lestrarfeløgini í Keypmannahavn sligið seg saman at skipa fyri enn einum braki av einari lestrargongu.

Tað verður minst líka stuttligt sum hini árini; vit fara at barrgrulva alt kvøldið í Keypmannahavnsku barrunum.

Gleðið tykkum til eitt stuttligt kvøld við barrgrulving við øðrum lesandi.

Sjálv Lestrargongan er ein “pubcrawl” fyri føroysk lesandi í Danmark. Vit fylgjast í smærri bólkum úr barr í barr í hjartanum í Keypmannahavn. Bólkarnir verða í høvuðsheitinum skipaðir eftir skúla og lestrarleið.

》》》𝐍Æ𝐑𝐑𝐈 𝐊𝐔𝐍𝐍𝐈𝐍𝐆 𝐊𝐄𝐌𝐔𝐑 𝐒𝐄𝐈𝐍𝐍𝐈《《《

◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌◌

Lestrarfeløgini eru:
♦ Búk – Búskaparfrøðilesandi í Keypmannahavn
♦ FúL – Føroysk løgfrøðilesandi
♦ Humla – Føroysk Humanioralesandi á Amager (KU)
♦ Lík – Læknalesandi í Keypmannahavn
♦ MFS – Meginfelag Føroyskra Studenta
♦ PLÚ - Pedagoglesandi Útisetar
♦ Røkk – Føroyingar á RUC
♦ Samvinnan – Føroyingar á CBS
♦ Sál – Føroysk sálarfrøðilesandi
♦ SjÚK – Sjúkrarøktafrøðilesandi útisetar í Keypmannahavn
♦ Vás – Verkfrøðingar á Slættanum

Øll feløgini hava Facebook bólkar til teirra, sum lesa innan økið. Leitið eftir bólkunum á Facebook.

Earlier Event: October 3
Investering: Trading og Strategi